Grafiskur samleiki

Grafiski samleikin er sjónligi parturin av einum brandi eitt nú búmerki, litir, skriftir og skap, ið fanga súmbolska týdningin, sum ikki kann lýsast við orðum eina. Í breiðari merking kann samleikin fevna um bygningar, arkitektur, innrætting, litaval, klædnaval, myndastíl o.a.

SAVNA hevur drúgvar royndir við menning og íverksetan av grafiskum samleikum hjá fyritøkum, felagsskapum o.ø., sum vit altíð gera í tøttum og gevandi samstarvi við kundan.