Vinnudagurin

Live spurnarkanningar góvu kjakinum innihald

Á vinnudegnum 2015 ynsktu fyriskipararnir at geva kjakinum eyka innihald. Tey ynsktu at fáa áskoðarnar meira við og geva teimum møguleikan at siga sína hugsan um evnið, ið kjakast var um.

Við nýggju tænastuni hjá spyr.fo ber til at seta spurningar beinleiðis til áskoðararnar og fáa úrslitini beinleiðis upp á skíggjan. Spyr.fo setti spurningarnar, áskoðararnir svaraðu og fyriskipararnir vóru sera væl nøgdir við úrslitið.

Les meira um møguleikan her