Café Gløgg filmar

Í sambandi við frumsýningina av Café Gløgg á Tjóðpalli Føroya gjørdu vit tveir skjótar filmar, sum lýstu stemningin, spenningin og móttøkuna hjá áskoðarunum. 

Filmarnir vórðu lagdir á Facebook og fingu eftir stuttari tíð omanfyri 10.000 vísingar og vóru við til at skapa uppmerksemi og áhuga fyri leikinum.