Hoyrnin hoyrist

63% av málbólkinum hava sæð eina ella fleiri av lýsingunum og 60% av teimum eru positivt ávirkað av boðskapinum. Hoyrnin merkti beinanvegin eina stóra tilgongd av nýggjum kundum.

 

Avbjóðingin var, at niðursett hoyrn og hoyritól í alt ov stóran mun eru merkt av fordómum og at hetta forðar fólki í at leita sær hjálp. Ein av orsøkunum er vantandi vitan og kunnleiki um, at hoyritól í dag eru sera smá og framkomin og tískil ikki eru ein bági ella "eitt stórt ting" hjá brúkaranum ella teimum avvarandi. Tvørtur í móti kunnu hoyritól vera stóri munurin á einum truplum og einum løttum gerandisdegi.

Endamál

  • Broyta hugburðin hjá føroyingum í aldrinum 35-80 ár mótvegis hoyritólum og brúkarum av hoyritólum.
  • Fáa fólk at umhugsa og bíleggja hoyriroynd annaðhvørt til sín sjálvs ella ein av teirra nærmastu.

Loysnin

Framleiddir vórðu 4 filmar við 2 høvuðspersónum, sum vendu sær til aldursbólkarnar 35-55 og 55+. Átakið koyrdi í sjónvarpi, biografi, Google Ads, Facebook, føroyskum heimasíðum, prentlýsingum v.m. í tíðarskeiðinum juli-november 2015.

Úrslit

Umframt at lýsingarnar hava verið sera væl móttiknar í mun til innihald og boðskap, hava tær eisini skapt beinleiðis úrslit í søluni hjá Hoyrnini.

 
Vit merktu skjótt eina stóra tilgongd av nýggjum kundum og at flestu teirra nevndu lýsingarnar sum orsøk til at tey komu.
— Jutta Helgadóttir, stjóri í Hoyrnini
 

Vit eftirmettu átakið við Spyr.fo og spurdu 300 føroyingar í málbólkinum 35-80 ár um tey høvdu sæð og vóru ávirkað av lýsingunum.

Bindiklubbin

Bindiklubbin

Sangvenjing

Sangvenjing

Fundurin

Fundurin

Náttúran

Náttúran