Eivør og hoyrnin

Savna hevur framleitt eina røð av filmum við Eivør, ið fortelur um hennara egnu persónligu royndir við niðursettari hoyrn, og hvussu hoyritól hava givið henni ein betri gerandisdag - persónliga og professionelt.

Ljóð er alt tað, sum hendir rundanum teg. Friðurin, larmurin, fólk sum práta í hinum endanum av húsinum - alt sovorðið sum setir dám á mátan tú upplivir verðina upp á.

Síggj fleiri filmar her

Ein røð av filmum við Eivør, har hon fortelur um hennara egnu upplivingar við hoyritólum og hvussu tey hava gjørt hennara gerandisdag lættari.