Land í eygsjón í Norðurlandahúsinum

Savna hjálpti Norðurlandahúsinum við marknaðarføringini av stóra norðurlendska festivalinum Land í eygjsón. Evnið hesaferð var Svøríki og skráin beyð upp á eitt breitt úrval av svenskari mentan: konsertum, sjónleiki, barnaleiki, framsýning o.a.

Savna tók sær av allari marknaðarføringini á sosialum miðlum, tíðindabrøvum, útvarpslýsingum umframt alt PR arbeiði við tíðindaskrivum og samskifti við fjølmiðlar.