Grafiskur samleiki, Átøk Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki, Átøk Allan Dalsgarð

KT-felagið

SAVNA hevur staðið fyri menning av nýggjum samleika til KT-felagið í sambandi við átakið "KT er basalt", ið skal marknaðarføra føroysku KT-vinnuna.

SAVNA hevur staðið fyri menning av nýggjum samleika til KT-felagið í sambandi við átakið "KT er basalt", ið skal marknaðarføra føroysku KT-vinnuna. Samleikin er litfagur og sera sjónligur og fevnir umframt um nýtt búmerki í ymsum útgávum millum annað um heimasíðu og snið á t-troyggjum við eini sermerktari uppseting av orðinum FØROYSKT og føroyskt KT.

Uppgávan varð loyst í tøttum samstarvi við sniðgevan Meinhard Mikladal 

Læs mere
Átøk, Framløgur Allan Dalsgarð Átøk, Framløgur Allan Dalsgarð

Faroe islands maritime services

Faroe Islands Maritime Services er heitið á einum felags søluátaki sum hevur til endamáls at marknaðarføra og promovera føroysku sjóvinnuna úti í heimi.

 
FIMS_Poster_Mockup.jpg

Felags marknaðarføring av føroysku maritimu vinnuni

Faroe Islands Maritime Services er heitið á einum átaki sum hevur til endamáls at marknaðarføra og promovera føroysku sjóvinnuna úti í heimi.

Upprunaliga stigið til átakið tók Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, ið sá tørvin á at gera Føroyar og føroysku sjóvinnuna meiri sjónliga úti í heimi. Saman við Oljuvinnufelagnum er átakið farið í gongd og hevur verið brúkt alment á Oljuvinnumessuni í Aberdeen og á Arctic Circle í Reykjavík, har løgmaður og Sjúrður Skaale hildu framløgu.

SAVNA hevur staðið fyri ráðgeving, sniðgeving og framleiðslu í sambandi við átakið, sum higartil fevnir um 


Viðkomandi



Læs mere

Tjóðpallur Føroya

Tjóðpallur Føroya nærkaðist sínum 10 ára degi og stýri og stjóri vóru samd um, at tørvur var á at fara undir eina meira skipaða og professionella marknaðarføring

Tjóðpallur Føroya nærkaðist sínum 10 ára degi og stýri og stjóri vóru samd um, at tørvur var á at fara undir eina meira skipaða og professionella marknaðarføring. Marknaðarføringin skuldi gera vart við Tjóðpallin og tey fjølbroyttu og spennandi tilboð hann hevur umframt at varpa ljós á Tjóðpallin sum heild, sum mentanarstovn og listarligt umhvørvi.

Fyrst av øllum var ein samskiftisætlan gjørd, ið lýsti tørvin, endamálið og móttakaran fyri marknaðarføringini. 

Tørvur var millum annað á eini nýggjari heimasíðu, sum skuldi vera pallurin undir einum meiri málrættaðum og innbjóðandi samskifti við føroyingar - bæði tann trúgva áskoðaran og tey sum ikki vanliga ganga til sjónleik.

Veitingar


Viðkomandi

Læs mere
Átøk Allan Dalsgarð Átøk Allan Dalsgarð

Tórshavn Marathon

Ferð er nú av álvara sett á marknaðarføringina av Tòrshavn Marathon. Í tøttum samstarvi millum Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Bragdið verður nú farið eftir rennarum kring heimin.

Mynd: ©Rógvi Rasmussen

Mynd: ©Rógvi Rasmussen

Ferð er nú av álvara sett á marknaðarføringina av Tòrshavn Marathon. Í tøttum samstarvi millum Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Bragdið verður nú farið eftir altjóða marknaðinum fyri at geva rennarum kring allan heimin møguleikan at uppliva eitt einastandandi og maraton.

SAVNA stendur fyri marknaðarføringini og hevur í tí sambandi gjørt nýggja heimasíðu, har kunning og tilmelding fer fram, umframt tveir filmar, ið vóru tiknir upp undir Tórshavn Marathon 2015 í allarfagrasta veðri.  


Viðkomandi


Læs mere