Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð

Grafiskur pallur til Tjóðpallin

Tjóðpallur Føroya hevur fingið nýggjan samleika. Savna hevur seinastu 5 árini staðið fyri allari marknaðarføring hjá Tjóðpallinum og hevur í tí sambandi fingið meiri nútíðarhóskandi búmerki og litir.

Tjóðpallur Føroya hevur fingið nýggjan samleika. Savna hevur seinastu 5 árini staðið fyri allari marknaðarføring hjá Tjóðpallinum og hevur í tí sambandi ment ein meiri nútíðarhóskandi samleika.

Samleikin byggir á reinar og bjartar litir og búmerkið hevur eina einfalda striku, sum myndar pallin, har alt kann henda.

Uppgávan varð loyst í tøttum samstarvi við sniðgevan Meinhard Mikladal

Læs mere
Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð

Listaleypurin fingið nýggjan samleika

Listaleypurin hevur fingið nýggjan, frískan og tíðarhóskandi búna, nú hann gjørdist 10 ár

Í sambandi við at Listaleypurin er vorðin 10 ár hevur hann fingið nýggjan, frískan og tíðarhóskandi samleika frá Savna

Savna hevur staðið fyri spennandi uppgávuni at geva Listaleypinum nýggjan grafiskan samleika og heimasíðu. Búmerkið ímyndar ein abstraktan leyp í bjørtum litum.

Uppgávan varð loyst í tøttum samstarvi við sniðgevan Fríðbjart Miðberg

Læs mere
Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð

Mentanargrunnur Landsins nýggjan samleika

Mentanargrunnur Landsins, ið hevur virkað síðani 1946, hevur fingið tíðarhóskandi búmerki og grafiskan samleika frá Savna, ið Fríðbjartur Miðberg hevur sniðgivið

Mentanargrunnur Landsins, ið hevur virkað síðani 1946, vendi sær til Savna fyri at fáa eitt tíðarhóskandi búmerki og grafiskan samleika.

Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum, bæði hjá leikum og lærdum.
Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

Fríðbjartur Miðberg hevur sniðgivið búmerkið fyri Savna

Læs mere
Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð

Tjóðsavnið nýggjan samleika

‘Tjóðsavnið' er navnið á nýggja stovninum, sum savnar, granskar og miðlar vitan um føroyska náttúru, mentan og søgu. Í sambandi við at Søvn Landsins eru farin í søguna, er Tjóðsavnið vorðin sjálvstøðugur stovnur við egnum navni, samleika og endamáli.

Savna hevur staðið fyri spennandi uppgávuni at geva nýggja stovninum hóskandi navn, nýggjan grafiskan samleika og heimasíðu. Í hesum sambandi høvdu vit eina væl eydnaða verkstovu saman við starvsfólkunum á Tjóðsavninum, har vit í felag savnaðu virðismikla vitan, ynski og hugskot at brúka í menningini av samleikanum og heimasíðuni.   

Uppgávan varð loyst í tøttum samstarvi við sniðgevan Meinhard Mikladal

Læs mere
Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð

Stýr samleiki

Nýggi grafiski samleikin hjá KT-fyritøkuni STÝR er litríkur, markantur og modernaður.

Nýggi grafiski samleikin hjá KT-fyritøkuni STÝR er litríkur, markantur og modernaður. Navnið er eisini nýtt og umboðar júst tað, sum kundarnir fáa burturúr: stýring og yvirlit.

Uppgávan varð loyst í tøttum samstarvi við sniðgevan Meinhard Mikladal

Læs mere
Grafiskur samleiki, Sosialir miðlar Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki, Sosialir miðlar Allan Dalsgarð

Lívligt snið til Savnsfagnaðin

Fimtandi Savnsfagnaðurin varð fagnaður við nýggjum og lívligum sniði og sjónligari marknaðarføring.

facebook_cover.png

Savna tók sær av sniðgeving og marknaðarføring av Savnsfagnaðinum 2017, sum Tjóðsavn Føroya, Føroya Sjósavn og Listasavnið stóðu fyri. 

Uppgávan fevndi m.a. um:

  • Uppgávuhefti
  • Lýsingar til sosialar miðlar
  • Plakat
  • Atgongumerki
  • Lutaseðlar

Sniðgeving: Fríðbjartur Miðberg
Myndir: Ólavur Frederiksen

Læs mere
Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð

Sniðgáva til børnini

Savna hevur staðið fyri sniðgevingini av búmerki og grafikki til Píka7. Sniðið er litríkt, einfalt og fleksibult og verður brúkt talgilt á heimasíðuni pikasjey.fo og á prenti í blaðnum Píka7.

Meinhard Mikladal hevur sniðgivið fyri Savna.

Læs mere
Grafiskur samleiki, Mentan Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki, Mentan Allan Dalsgarð

Elektra á Tjóðpallinum

Grikska tragedian Elektra á Tjóðpallinum fekk grafiskan búna frá Savna. 

Læs mere
Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð

Klintra

Nýggi grafiski samleikin hjá KT-fyritøkuni Klintra sprettur beinleiðis úr virðisgrundarlagnum og persónligheitini hjá fyritøkuni.

Nýggi grafiski samleikin hjá KT-fyritøkuni Klintra sprettur beinleiðis úr virðisgrundarlagnum og persónligheitini hjá fyritøkuni. Klintra er ein ambitiøs fyritøka við væl útbúnum fólki við drúgvum royndum. Klintra ynskti at hetta skuldi síggjast aftur í grafiska samleikanum. Diagonala linjan hevur rætning upp eftir og kann ímynda eina línu ella eina fjallasíðu, sum krevur bæði krevur dirvi, førleikar og greiðar ætlanir, um ein skal vinna á henni.

Uppgávan varð loyst í tøttum samstarvi við sniðgevan Meinhard Mikladal

Læs mere
Grafiskur samleiki, Átøk Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki, Átøk Allan Dalsgarð

KT-felagið

SAVNA hevur staðið fyri menning av nýggjum samleika til KT-felagið í sambandi við átakið "KT er basalt", ið skal marknaðarføra føroysku KT-vinnuna.

SAVNA hevur staðið fyri menning av nýggjum samleika til KT-felagið í sambandi við átakið "KT er basalt", ið skal marknaðarføra føroysku KT-vinnuna. Samleikin er litfagur og sera sjónligur og fevnir umframt um nýtt búmerki í ymsum útgávum millum annað um heimasíðu og snið á t-troyggjum við eini sermerktari uppseting av orðinum FØROYSKT og føroyskt KT.

Uppgávan varð loyst í tøttum samstarvi við sniðgevan Meinhard Mikladal 

Læs mere
Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð

SAVNA

Grafiski samleikin hjá SAVNA er litfagur og stílreinur og avspeglar okkara fjølbroyttu bakgrund, royndir og vitan.

Grafiski samleikin hjá SAVNA er litfagur og stílreinur og avspeglar okkara fjølbroyttu bakgrund, royndir og vitan. 

Orðini "skapandi vitan" undirstrika, at faklig vitan, royndir og førleikar eru ein avgjørd fortreyt fyri at kunna skapa kreativar og sannførandi loysnir.

Okkara vakri samleiki er sniðgivin av Meinhard Mikladal

Læs mere
Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð

Faroe Islands Maritime Services

Í sambandi við felags marknaðarføring av føroysku maritimu vinnuni, hevur SAVNA staðið fyri menning av nýggjum felags samleika.

Í sambandi við felags marknaðarføring av føroysku maritimu vinnuni, hevur SAVNA staðið fyri menning av nýggjum felags samleika, sum við tíðini skal gerast eitt nýtt føroyskt útflutningsbrand.

Nýggi samleikin er skaptur í samstarvi við Meinhard Mikladal

Læs mere