Framløgur, Spyr.fo Allan Dalsgarð Framløgur, Spyr.fo Allan Dalsgarð

Vinnudagurin

Live spurnarkanningar góvu kjakinum innihald

Á vinnudegnum 2015 ynsktu fyriskipararnir at geva kjakinum eyka innihald. Tey ynsktu at fáa áskoðarnar meira við og geva teimum møguleikan at siga sína hugsan um evnið, ið kjakast var um.

Við nýggju tænastuni hjá spyr.fo ber til at seta spurningar beinleiðis til áskoðararnar og fáa úrslitini beinleiðis upp á skíggjan. Spyr.fo setti spurningarnar, áskoðararnir svaraðu og fyriskipararnir vóru sera væl nøgdir við úrslitið.

Les meira um møguleikan her

Læs mere

Tjóðpallur Føroya

Tjóðpallur Føroya nærkaðist sínum 10 ára degi og stýri og stjóri vóru samd um, at tørvur var á at fara undir eina meira skipaða og professionella marknaðarføring

Tjóðpallur Føroya nærkaðist sínum 10 ára degi og stýri og stjóri vóru samd um, at tørvur var á at fara undir eina meira skipaða og professionella marknaðarføring. Marknaðarføringin skuldi gera vart við Tjóðpallin og tey fjølbroyttu og spennandi tilboð hann hevur umframt at varpa ljós á Tjóðpallin sum heild, sum mentanarstovn og listarligt umhvørvi.

Fyrst av øllum var ein samskiftisætlan gjørd, ið lýsti tørvin, endamálið og móttakaran fyri marknaðarføringini. 

Tørvur var millum annað á eini nýggjari heimasíðu, sum skuldi vera pallurin undir einum meiri málrættaðum og innbjóðandi samskifti við føroyingar - bæði tann trúgva áskoðaran og tey sum ikki vanliga ganga til sjónleik.

Veitingar


Viðkomandi

Læs mere
Átøk Allan Dalsgarð Átøk Allan Dalsgarð

Tórshavn Marathon

Ferð er nú av álvara sett á marknaðarføringina av Tòrshavn Marathon. Í tøttum samstarvi millum Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Bragdið verður nú farið eftir rennarum kring heimin.

Mynd: ©Rógvi Rasmussen

Mynd: ©Rógvi Rasmussen

Ferð er nú av álvara sett á marknaðarføringina av Tòrshavn Marathon. Í tøttum samstarvi millum Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Bragdið verður nú farið eftir altjóða marknaðinum fyri at geva rennarum kring allan heimin møguleikan at uppliva eitt einastandandi og maraton.

SAVNA stendur fyri marknaðarføringini og hevur í tí sambandi gjørt nýggja heimasíðu, har kunning og tilmelding fer fram, umframt tveir filmar, ið vóru tiknir upp undir Tórshavn Marathon 2015 í allarfagrasta veðri.  


Viðkomandi


Læs mere