Skapandi vitan

Savna er ein fyritøka við tilsamans meiri enn 40 ára royndum í kreativu vinnuni. Vit eru Beinta Johannessen og Allan Dalsgarð, og vit gera tað vit í felag og hvør í sínum lagi duga og tíma best: At skapa, ráðgeva og íverkseta spennandi loysnir innan marknaðarføring, sniðgeving, produkt- og konseptmenning. 


IMG_0020.JPG

Beinta

Eg havi seinastu 20 árini arbeitt á Bókadeild Føroya Lærarafelag m.a. sum blaðstjóri á STROK, ritstjóri og marknaðarfólk. Eitt skifti var eg eisini blaðstjóri á ungdómsblaðnum MESS. Eg havi eina bachelor í lívfrøði, og havi skrivað eina náttúruvísindaliga bókarøð fyri børn. Eg eri harumframt útbúgvin stylistur, hjá SÝRAN design, og fáist við binding, sniðgeving og mangt annað kreativt.

ALLAN

Eg havi seinastu 14 árini arbeitt sum ráðgevi innan strategi og marknaðarføring, harav 5 ár sum stjóri á Sendistovuni. Eg eri útbúgvin cand. mag. í Miðlafrøði og starvaðist eina tíð sum miðlaleiðari í Kringvarpinum. Mín stóri áhugi og styrki liggur í at menna og íverkseta nýggj hugskot - av bæði strategiskum og kreativum slagi. Eg kann sostatt bæði greina og formulera, men eisini geva strategiini skap og innihald, eitt nú við heimasíðum, átøkum, tíðindabrøvum og sosialum miðlum.

 

Savna Vitan

SAVNA er ein samanrenningin av drúgvum royndum og fjølbroyttum førleikum. Ein savnan av stíli og strategi, hugskotum og íverksetan, innihaldi og ritstjórn, lívfrøði og miðlafrøði av skapan og vitan. Ein samanrenning sum skapar møguleikar fyri eini heilt serstakari tænastu, sum vit brenna fyri at bjóða teimum, ið ynskja skapandi og vitandi ráðgeving og loysnir.


 
 

Okkara amboðskassi

Umframt okkara drúgvu arbeiðsroyndir, góðu hugskot, strategisku hugsan og góða arbeiðslag, hava vit nøkur hvøss amboð í okkara amboðskassa.

  • Savna vitan um kundar og marknaðin við spyr.fo

  • Gott innilit í nútímans samskiftishættir 

  • Professionellar heimasíðuloysnir

  • Uppseting og umsiting av tíðindabrøvum

  • Kreativ tekstskriving

  • Sosialar miðlastrategiir

  • Filmsframleiðsla

  • Stylistuppgávur

  • Samskipan