Heimasíðan er eitt savningarstað fyri allari kunning og fremsta amboðið í tíni marknaðarføring og samskifti

Heimasíður Sum Savna

Heimasíðan er ofta fremsta amboðið í tíni marknaðarføring og kundasamskifti. Tískil skal hon vera eitt savningarstað fyri allari kunning, sølutilfari og lýsingaátøkum. 

Ein heimasíða snýr seg fyrst og fremst um innihald og samskifti. Tí byggja vit heimasíðuna upp kring títt innihald so hon fortelur og selur tína søgu til tínar kundar.  Savna hevur latið heimasíður til eina røð av ymiskum endamálum, alt frá KT- og grannskoðarafyritøkum til sjónleik, bókmentir, mentan og børn & ung.