Faroe islands maritime services
Felags marknaðarføring av føroysku maritimu vinnuni
Faroe Islands Maritime Services er heitið á einum átaki sum hevur til endamáls at marknaðarføra og promovera føroysku sjóvinnuna úti í heimi.
Upprunaliga stigið til átakið tók Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, ið sá tørvin á at gera Føroyar og føroysku sjóvinnuna meiri sjónliga úti í heimi. Saman við Oljuvinnufelagnum er átakið farið í gongd og hevur verið brúkt alment á Oljuvinnumessuni í Aberdeen og á Arctic Circle í Reykjavík, har løgmaður og Sjúrður Skaale hildu framløgu.
SAVNA hevur staðið fyri ráðgeving, sniðgeving og framleiðslu í sambandi við átakið, sum higartil fevnir um
- Grafiskur samleiki
- Felags heimasíða www.maritime-services.com
- Básur á Offshore Europe 2015 í Aberdeen
- Prentlutir við mappu og visittkortum
- Prezi framløga til Arctic Circle 2015 í Reykjavík.
Í sambandi við felags marknaðarføring av føroysku maritimu vinnuni, hevur SAVNA staðið fyri menning av nýggjum felags samleika.