Vinnuháskúlin framløgu í Porto

Vinnuháskulín hevur í døgunum 5. og 6. november tikið lut á maritimari ráðstevnu í Porto í Portugál. Ráðstevnan var hildin í sambandi við FING Offshore, ið er samstarv millum maritimar lærustovnar í Føroyum, Íslandi, Noregi og Grønlandi. Ráðstevnan varð hildin á Faculty of Engineering of the University of Porto. 

Á ráðstevnuni helt Wilhelm E. Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, fyrilestur undir heitinum "VInnuháskúlin, the Center of a Maritime Silicon Valley". Hann greiddi m.a. frá útbúgvingartilboðunum á Vinnuháskúlanum, serkunnleikan innan Offshore skeið og sera framkomna simuleringsumhvørvið á skúlanum.

SAVNA gjørdi í hesum sambandi serligu framløguna, ið á fangandi hátt fortaldi søguna um Vinnuháskúlan og Føroyar sum maritiman tænastudepil.

Framløgan sæst her:

Forrige
Forrige

Faroe Islands Maritime Services

Næste
Næste

Offshore Europe 2015