Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð Grafiskur samleiki Allan Dalsgarð

Faroe Islands Maritime Services

Í sambandi við felags marknaðarføring av føroysku maritimu vinnuni, hevur SAVNA staðið fyri menning av nýggjum felags samleika.

Í sambandi við felags marknaðarføring av føroysku maritimu vinnuni, hevur SAVNA staðið fyri menning av nýggjum felags samleika, sum við tíðini skal gerast eitt nýtt føroyskt útflutningsbrand.

Nýggi samleikin er skaptur í samstarvi við Meinhard Mikladal

Læs mere
Framløgur Allan Dalsgarð Framløgur Allan Dalsgarð

Vinnuháskúlin framløgu í Porto

Vinnuháskulín hevur í døgunum 5. og 6. november tikið lut á maritimari ráðstevnu í Porto í Portugál. Ráðstevnan var hildin í sambandi við FING Offshore, ið er samstarv millum maritimar lærustovnar í Føroyum, Íslandi, Noregi og Grønlandi. Ráðstevnan varð hildin á Faculty of Engineering of the University of Porto. 

Vinnuháskulín hevur í døgunum 5. og 6. november tikið lut á maritimari ráðstevnu í Porto í Portugál. Ráðstevnan var hildin í sambandi við FING Offshore, ið er samstarv millum maritimar lærustovnar í Føroyum, Íslandi, Noregi og Grønlandi. Ráðstevnan varð hildin á Faculty of Engineering of the University of Porto. 

Á ráðstevnuni helt Wilhelm E. Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, fyrilestur undir heitinum "VInnuháskúlin, the Center of a Maritime Silicon Valley". Hann greiddi m.a. frá útbúgvingartilboðunum á Vinnuháskúlanum, serkunnleikan innan Offshore skeið og sera framkomna simuleringsumhvørvið á skúlanum.

SAVNA gjørdi í hesum sambandi serligu framløguna, ið á fangandi hátt fortaldi søguna um Vinnuháskúlan og Føroyar sum maritiman tænastudepil.

Framløgan sæst her:

Læs mere
Tiltøk Allan Dalsgarð Tiltøk Allan Dalsgarð

Offshore Europe 2015

Fleiri føroyskar fyritøkur luttóku á stóru oljuvinnumessuni Offshore Europe í Aberdeen í september 2015 og marknaðarførdu seg undir nýggja felags brandinum Faroe Islands Maritime Services.

Fleiri føroyskar fyritøkur luttóku á stóru oljuvinnumessuni Offshore Europe í Aberdeen í september 2015. 

Oljuvinnufelagið samskipaði luttøkuna og var hetta fyrstu ferð, at fyritøkurnar marknaðarførdu seg undir nýggja felags brandinum Faroe Islands Maritime Services.

Veitingar

  • Snið á felags bási
  • Mappur
  • Visittkort
Læs mere