Eivør og hoyrnin
Savna hevur framleitt eina røð av filmum við Eivør, ið fortelur um hennara egnu persónligu royndir við niðursettari hoyrn, og hvussu hoyritól hava givið henni ein betri gerandisdag - persónliga og professionelt.
Ljóð er alt tað, sum hendir rundanum teg. Friðurin, larmurin, fólk sum práta í hinum endanum av húsinum - alt sovorðið sum setir dám á mátan tú upplivir verðina upp á.