Filmur til matpakkin.fo
Væl umtókta tænastan við matpakkum til skúlabørn varð lýst við einum lekkrum filmi frá Savna.
Savna hevur framleitt film til átak fyri matpakkin.fo, ið veitir matpakkar til skúlar.
Framleiðsla: Tróndur Dalsgarð
Fundarferðavinna í Føroyum
Savna hevur framleitt film fyri MICE.FO, sum er fyriskipari av ráðstevnum, fundum og starvsfólkaupplivingum í Føroyum. Filmurin byggir á upptøkur frá ráðstevnuni FOCAL EPILEPSY
CONFERENCE 2017, har granskarar úr øllum heiminum luttóku og hildu fyrilestrar.
Savna hevur framleitt film fyri MICE.FO, sum er fyriskipari av ráðstevnum, fundum og starvsfólkaupplivingum í Føroyum. Filmurin byggir á upptøkur frá ráðstevnuni FOCAL EPILEPSY
CONFERENCE 2017, har granskarar úr øllum heiminum luttóku og hildu fyrilestrar.
Framleiðsla: Polar Films Entertainment
Eivør og hoyrnin
Savna hevur framleitt eina røð av filmum fyri Hoyrnina við Eivør, ið fortelur um hennara egnu persónligu royndir við niðursettari hoyrn, og hvussu hoyritól hava givið henni ein betri gerandisdag - persónliga og professionelt.
Filmsupptøkur: Friisframe v/ Rúna Fris Kjær
Foto: Tróndur Dalsgarð
Savna hevur framleitt eina røð av filmum við Eivør, ið fortelur um hennara egnu persónligu royndir við niðursettari hoyrn, og hvussu hoyritól hava givið henni ein betri gerandisdag - persónliga og professionelt.
Síggj fleiri filmar her
Land í eygsjón í Norðurlandahúsinum
Savna hjálpti Norðurlandahúsinum við marknaðarføringini av stóra norðurlendska festivalinum Land í eygjsón.
Savna hjálpti Norðurlandahúsinum við marknaðarføringini av stóra norðurlendska festivalinum Land í eygjsón. Evnið hesaferð var Svøríki og skráin beyð upp á eitt breitt úrval av svenskari mentan: konsertum, sjónleiki, barnaleiki, framsýning o.a.
Savna tók sær av allari marknaðarføringini á sosialum miðlum, tíðindabrøvum, útvarpslýsingum umframt alt PR arbeiði við tíðindaskrivum og samskifti við fjølmiðlar.
Klintra filmar
Savna hevur framleitt tríggjar filmar fyri Klintra, ið er ein ambitøs og vitanartung føroysk KT-fyritøka.
Savna hevur framleitt tríggjar filmar fyri Klintra, ið er ein ambitøs og vitanartung føroysk KT-fyritøka.
Fyrsti filmurin lýsir fyritøkuna, meðan teir báðir seinni lýsa produktini HRM-skipanina 'Klintra | Fólk' og manningarskipanina 'Klintra | Crew'.
Filmarnir eru framleiddir í samstarvi við Polar Films Entertainment.
Meira av tí góða filmur
Filmur sum lýsir eitt hendingaríkt romatiskt vikuskifti við Meira av tí góða. Filmaður í 1:1 formati fyri at endurskapa 'Instagram-kensluna'.
Filmur í sambandi við Meira av tí góða átakið. Filmaður í 1:1 formati fyri at endurskapa 'Instagram-kensluna'.
DOP: Rógvi Rasmussen
Director: Dávur Djurhuus
Tórshavn Marathon filmar
Í sambandi við Tórshavn Marathon 2015 framleiddu vit tveir filmar til altjóða marknaðin
Í sambandi við Tórshavn Marathon 2015 framleiddu vit tveir filmar til altjóða marknaðin. Filmarnir eru ein týðandi partur av marknaðarføringini hjá m.ø Visit Faroe Islands mótvegis marathon-rennarum kring heimin, ið leita eftir forkunnugum støðum og heilt serligum renniupplivingum.
DOP: Rógvi Rasmussen
2nd Camera: Kenneth Jørgensen
Driver: Jaspur Guttesen
Director: Allan Dalsgarð
Watch the first hand impression of 8 runners from UK running Torshavn Marathon on their first visit to the Faroe Islands. Experiencing the nature, culture and the fascinating course of the full and half marathon.
Get the personal stories about the unforgettable Tórshavn Marathon experience from an experienced ultra runner and a tour operator.