pika7.fo

placeit (3).jpg

Kom tætt upp á føroysku dýrini 

Upplivingar, undirhald og lærdómur til børnini

Tað er sjáldan, at vit sleppa heilt tætt til dýrini, sum liva í føroysku náttúruni. Antin eru tey stygg og smá, ella liva tey á støðum, sum ikki eru løtt at koma til. Fiskur og krabbadýr liva í sjónum. Firvaldar eru flest allir ógvuliga smáir og smáfuglur í urtagarðinum ella viðarlundini flýgur avstað so skjótt vit nærkast. Størri fugl síggja vit sum oftast bara sum smáar prikkar á luftini. Og soleiðis er við allarflestu dýrasløgum. 

Píkasjey.fo er ein nýggj heimasíða har børn kunnu uppliva og læra um føroysk dýr beint á skíggjanum. Eisini er upplagt hjá skúlum og barnagørðum at brúka síðuna, tá ið arbeitt verður við evnum úr náttúruni.

Beinta Johannessen hevur gjørt heimasíðuna við umhvørvisstuðli frá Tórshavnar Kommunu. Tórshavnar kommuna letur á hvørjum ári 250.000 kr. í umhvørvis­stuðli til verkætlanir, sum millum annað kunna almenningin um umhvørvisviðurkskifti og menna vitanina um umhvørvið.

Stuðulin varð latin Beintu til at skapa eina heimasíðu burturúr bókarøðini, sum hon hevur skrivað um føroysk dýr. Sostatt kunnu føroysk børn nú, á nútímans hátt, leita sær vitan, síggja myndir og lesa um fjølbroytta og spennandi dýralívið, vit hava í og kring Føroyar.

Á píkasjey.fo eru flottar myndir av fiskum, fuglum, firvaldum, krabbum, skeljum, slangustjørnum og mongum øðrum umframt forkunnug ljóðbrot og ymisk filmsbrot. Eisini ber til at testa sína vitan við stuttligum spurnarkappingum. 

Forrige
Forrige

strok.fo

Næste
Næste

Fundarferðavinna í Føroyum