Javnstøða á netinum
Javnstøðunevndin hevur fingið nýggja heimasíðu til at kunna, vegleiða og samskifta um javnstøðu
Javnstøða á netinum
Nýggja heimasíðan skal hjálpa Javnstøðunevndini at kunna, vegleiða og samskifta um javnstøðu á netinum.
Heimasíðan er knýtt saman við Facebook, sum eisini er ein týðandi pallur til samskiftið hjá Javnstøðunevndini. Á heimasíðuni er eisini vegleiðing til arbeiðsgevarar í sambandi við starvssetanir.
Heimasíða til Listaleypin
Listaleypurin fekk nýggja heimasíðu í 10 ára føðingardagsgávu og er nú ílatin til nýggjar tíðir.
Ein leypur fullur av list
Online katalog, bílegging av tilboðum og umsóknir til listafólk
Í sambandi við at Listaleypurin gjørdist 10 ár hevur hann fingið nýggja heimasíðu, sum á ein nýggjan hátt sýnir fram spennandi verkætlaninar og ger tað lætt hjá skúlum at bíleggja listavitjanir. Harumframt verða umsóknir hjá listafólkum avgreiddar umvegis nýggju heimasíðuna.
Talgildur pallur til Tjóðpallin
Tjóðpallurin hevur fingið ein sterkan talgildan pall at gera vart við síni tiltøk og draga áskoðarar til sín.
Talgildur pallur
Alt um leikir, leikarar, skrá, ummæli og keyp av atgongumerkjum
Tjóðpallurin hevur fingið endurnýggjaða heimasíðu, sum møtir krøvunum um marknaðarføring av fjølbroyttu skránni hjá Tjóðpallinum, har ofta fleiri tiltøk eru á skránni, sum skulu promoverast í senn.
Heimasíðan er knýtt saman við sosialum miðlum, Facebook og Instagram, umframt tíðindabrævinum hjá Tjóðpallinum. Sostatt hevur Tjóðpallurin fingið ein sterkan talgildan pall at gera vart við síni tiltøk og draga áskoðarar til sín.
Heimasíða til Tjóðsavnið
Nýggja heimasíðan hjá Tjóðsavninum er ein týðandi liður í málinum at gerast meiri sjónligt, fólksligt og at vísa á fjølbroytta virksemið hjá stovninum.
Ein síða full av upplivingum
Ein sýnisgluggi fyri upplivingum og verkætlanum hjá Tjóðsavninum.
Nýggja heimasíðan hjá Tjóðsavninum er ein týðandi liður í málinum at gerast meiri sjónligt, fólksligt og at vísa á fjølbroytta virksemið hjá stovninum.
Haldaraskipan til STROK og Píka7
Snilda haldaraskipan hjá STROK og Píka7 heldur skil á øllum haldum og endurnýggjar tey sjálvvirkandi.
Keyp hald á netinum
Einfalt at keypa og sjálvvirkandi endurnýggjan av haldi
Haldaraskipan hjá STROK og Píka7 heldur skil á øllum haldum. Talan er um eina skipan, sum sjálvvirkandi endurnýggjar haldini, tá ið tíðarskeiðið er runnið. Hetta er gjørt við at brúka QuickPay gjaldsskipanina. Haldaraskipanin tekur sær eisini av søluni av Míni Jólabók, sum er árlig jóla útgáva hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. BFL hevur teirra egnu útberingarnetverk, har tey hava ein ábyrgdarpersón á hvørjum skúla, og tískil var ein serment skipan sum henda betri egnað til tey enn at byggja á eina standard e-commerce skipan. Skipanin hevur eisini integratión við Mailgun, sum verður brúkt til at senda brúkaraupplýsingar og fakturar við og til MailChimp, sum verður brúkt til marknaðarføring.
Skipanin er ment av dot.fo
bokaklubbin.fo
Bókaklubbin hevur fingið nýggjan nethandil frá Savna, har limir kunnu avgreiða øll síni limaviðruskifti, keypa bøkur og nýggir limir kunnu tekna seg.
Nethandil til bókaklubban
Avgreið øll limaviðurskifti og keyp føroyskar bøkur á netinum.
Bókaklubbin hevur fingið nýggjan nethandil frá Savna, har limir kunnu avgreiða øll síni limaviðruskifti, keypa bøkur og nýggir limir kunnu tekna seg.
Nethandilin er bygdur á Shopify, í so stóran mun sum gjørligt uttan tillagingar. Bókaklubbin hevði eisini brúk fyri eini tilmeldingarskipan vum bleivgjørd í .NET og síðani integrerað inn í Shopify. Skipanin arbeiðir eisini saman við Mailgun og MailChimp.
Nethandilin er gjørdur í samstarvi við dot.fo
strok.fo
STROK hevur fingið nýggja heimasíðu frá Savna, ið vendir sær til børn í aldrinum 4-7 flokk. Nýggja heimasíðan er litrík og full av feskum tíðindum, ummælum, ítrivi og íblástri til tey stóru børnini.
Føroyskt innihald til børnini
Nýggja heimasíðan er litrík og full av feskum tíðindum, ummælum, ítrivi og íblástri til tey stóru børnini.
STROK hevur fingið nýggja heimasíðu frá Savna, ið vendir sær til børn í aldrinum 4-7 flokk. Nýggja heimasíðan er litrík og full av feskum tíðindum, ummælum, ítrivi og íblástri til tey stóru børnini.
pika7.fo
Píkasjey.fo er ein nýggj heimasíða har børn kunnu uppliva og læra um føroysk dýr beint á skíggjanum. Eisini er upplagt hjá skúlum og barnagørðum at brúka síðuna, tá ið arbeitt verður við evnum úr náttúruni.
Kom tætt upp á føroysku dýrini
Upplivingar, undirhald og lærdómur til børnini
Tað er sjáldan, at vit sleppa heilt tætt til dýrini, sum liva í føroysku náttúruni. Antin eru tey stygg og smá, ella liva tey á støðum, sum ikki eru løtt at koma til. Fiskur og krabbadýr liva í sjónum. Firvaldar eru flest allir ógvuliga smáir og smáfuglur í urtagarðinum ella viðarlundini flýgur avstað so skjótt vit nærkast. Størri fugl síggja vit sum oftast bara sum smáar prikkar á luftini. Og soleiðis er við allarflestu dýrasløgum.
Píkasjey.fo er ein nýggj heimasíða har børn kunnu uppliva og læra um føroysk dýr beint á skíggjanum. Eisini er upplagt hjá skúlum og barnagørðum at brúka síðuna, tá ið arbeitt verður við evnum úr náttúruni.
Beinta Johannessen hevur gjørt heimasíðuna við umhvørvisstuðli frá Tórshavnar Kommunu. Tórshavnar kommuna letur á hvørjum ári 250.000 kr. í umhvørvisstuðli til verkætlanir, sum millum annað kunna almenningin um umhvørvisviðurkskifti og menna vitanina um umhvørvið.
Stuðulin varð latin Beintu til at skapa eina heimasíðu burturúr bókarøðini, sum hon hevur skrivað um føroysk dýr. Sostatt kunnu føroysk børn nú, á nútímans hátt, leita sær vitan, síggja myndir og lesa um fjølbroytta og spennandi dýralívið, vit hava í og kring Føroyar.
Á píkasjey.fo eru flottar myndir av fiskum, fuglum, firvaldum, krabbum, skeljum, slangustjørnum og mongum øðrum umframt forkunnug ljóðbrot og ymisk filmsbrot. Eisini ber til at testa sína vitan við stuttligum spurnarkappingum.
farlit.fo
Nýggja heimasíðan hjá FarLit inniheldur m.a. yvirlit yvir føroyskar høvundar og útgávur umframt stuðulsmøguleikar hjá útlendskum forleggjarum til týðing og útgávu av føroyskum bókmentum.
Nýggj heimasíða til føroyskar bókmentir
Yvirlit yvir føroyskar høvundar og útgávur umframt stuðulsmøguleikar hjá útlendskum forleggjarum
FarLit - stytting fyri Faroese Litterature - hvørs uppgávu er, at gera vart við føroyskar bókmentir á altjóða bókamarknaðinum, hevur fingið nýggja heimasíðu frá Savna.
Heimasíðan inniheldur m.a. yvirlit yvir føroyskar høvundar og útgávur umframt stuðulsmøguleikar hjá útlendskum forleggjarum til týðing og útgávu av føroyskum bókmentum.
“Heimasíðan er andlitið úteftir og tí skal hon vera snøgg, einføld og vekja áhuga. Hon er ein týðandi liður í samskiftinum við útlendsk forløg, miðlar, týðarar, rithøvundar og áhugað annars. Tíðindi um nýggjar føroyskar útgávur, týðingar og tað, ið annars rørir seg í føroyska bókmentaheiminum er kjarnin í heimasíðuni og tí hevur tað týdning, at skipanin er skjót og løtt at arbeiða við. Øll hesi krøv lýkur nýggja heimasíðan hjá FarLit og eg eri sera væl nøgd við úrslitið. ”
meiraavtigoda.fo
Heimasíðan meiraavtigoda.fo savnar saman kunning og tilboð frá matarstøðum og hotellum. Har ber til at bíleggja borð ella gisting, keypa meira av tí góða kortið og at melda til tíðindabrævið.
Leskilig heimasíða
Heimasíðan meiraavtigoda.fo savnar saman kunning og tilboð frá matarstøðum og hotellum.
Heimasíðan meiraavtigoda.fo savnar saman kunning og tilboð frá matarstøðum og hotellum. Har ber til at bíleggja borð ella gisting, keypa meira av tí góða kortið og at melda til tíðindabrævið.
menta.fo
Nýggja heimasíðan hjá Menta vísir kundunum á tað týdningarmesta: fjølbroyttu tænasturnar og tey dugnaligu starvsfólkini.
Nýggja heimasíðan hjá Menta vísir á ein stílreinan og einfaldan hátt á tvey tey týdningarmestu tingini hjá eini grannskoðarafyritøku, nevniliga starvsfólkini og tænasturnar.
Ynskið var, at tað skuldi vera lætt hjá kundum at kunna seg um virksemið hjá Menta umframt at finna og seta andlit á starvsfólkini.
kt.fo
Heimasíðan hjá KT-felagnum savnar og lýsir allar limir í felagnum og ber tíðindi frá felagnum og einstøku limunum.
Heimasíðan hjá KT-felagnum er ein týðandi partur av samskiftinum hjá felagnum mótvegis føroyska vinnulívinum, myndugleikum og almenninginum. Við limayvirliti og leypandi kunning frá felagnum og limunum verður ljós varpað á fjølbroytta virksemið hjá føroysku KT-vinnuni.