Sosialir miðlar, Online lýsingar, Mentan Allan Dalsgarð Sosialir miðlar, Online lýsingar, Mentan Allan Dalsgarð

Veitslan

Mynd: ©Marita Dalsgaard

Mynd: ©Marita Dalsgaard

5000 FØROYINGAR Í VEITSLU

Sjónleikurin Veitslan, ið er bygdur á kenda filmin Festen eftir Thomas Vinterberg, gjørdist ein tann størsta áskoðarasuccess´in í fleiri ár. 5000 føroyingar komu í veitslu og gjørdust partur av eini heilt serstakari uppliving, sum áskoðarar og ummælarar róstu til skíggja. Sjónleikarar, pallsniðgevi, tónaskald og leikstjóri komu úr Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum og talan var sostatt um eina sjáldsama og einastandni norðurlendska verkætlan.

Leikurin var sýndur í Løkshøll, Norðurlandahúsinum og í Miðnámsskúlanum í Hovi.

Tað frættist skjótt millum manna um hesa spennandi verkætlanina og vónirnar vóru stórar. Marknaðarføringin tók støði í hesum spenningi og legði upp til eina stórfingna veitslu. SAVNA hjálpti til við viralu marknaðarføringini av leikinum og framleiddi filmsbrot, Facebook lýsingar, bannaralýsingar o.a. , sum var lagt á Facebook og fekk sera nógvar vísingar.


Viðkomandi


Læs mere