farlit.fo
Nýggj heimasíða til føroyskar bókmentir
Yvirlit yvir føroyskar høvundar og útgávur umframt stuðulsmøguleikar hjá útlendskum forleggjarum
FarLit - stytting fyri Faroese Litterature - hvørs uppgávu er, at gera vart við føroyskar bókmentir á altjóða bókamarknaðinum, hevur fingið nýggja heimasíðu frá Savna.
Heimasíðan inniheldur m.a. yvirlit yvir føroyskar høvundar og útgávur umframt stuðulsmøguleikar hjá útlendskum forleggjarum til týðing og útgávu av føroyskum bókmentum.
“Heimasíðan er andlitið úteftir og tí skal hon vera snøgg, einføld og vekja áhuga. Hon er ein týðandi liður í samskiftinum við útlendsk forløg, miðlar, týðarar, rithøvundar og áhugað annars. Tíðindi um nýggjar føroyskar útgávur, týðingar og tað, ið annars rørir seg í føroyska bókmentaheiminum er kjarnin í heimasíðuni og tí hevur tað týdning, at skipanin er skjót og løtt at arbeiða við. Øll hesi krøv lýkur nýggja heimasíðan hjá FarLit og eg eri sera væl nøgd við úrslitið. ”