Land í eygsjón í Norðurlandahúsinum

Savna hjálpti Norðurlandahúsinum við marknaðarføringini av stóra norðurlendska festivalinum Land í eygjsón.

Savna hjálpti Norðurlandahúsinum við marknaðarføringini av stóra norðurlendska festivalinum Land í eygjsón. Evnið hesaferð var Svøríki og skráin beyð upp á eitt breitt úrval av svenskari mentan: konsertum, sjónleiki, barnaleiki, framsýning o.a.

Savna tók sær av allari marknaðarføringini á sosialum miðlum, tíðindabrøvum, útvarpslýsingum umframt alt PR arbeiði við tíðindaskrivum og samskifti við fjølmiðlar.

Læs mere

Tjóðpallur Føroya

Tjóðpallur Føroya nærkaðist sínum 10 ára degi og stýri og stjóri vóru samd um, at tørvur var á at fara undir eina meira skipaða og professionella marknaðarføring

Tjóðpallur Føroya nærkaðist sínum 10 ára degi og stýri og stjóri vóru samd um, at tørvur var á at fara undir eina meira skipaða og professionella marknaðarføring. Marknaðarføringin skuldi gera vart við Tjóðpallin og tey fjølbroyttu og spennandi tilboð hann hevur umframt at varpa ljós á Tjóðpallin sum heild, sum mentanarstovn og listarligt umhvørvi.

Fyrst av øllum var ein samskiftisætlan gjørd, ið lýsti tørvin, endamálið og móttakaran fyri marknaðarføringini. 

Tørvur var millum annað á eini nýggjari heimasíðu, sum skuldi vera pallurin undir einum meiri málrættaðum og innbjóðandi samskifti við føroyingar - bæði tann trúgva áskoðaran og tey sum ikki vanliga ganga til sjónleik.

Veitingar


Viðkomandi

Læs mere