Grafiskur samleiki
Grafiski samleikin er sjónligi parturin av einum brandi eitt nú búmerki, litir, skriftir og skap, ið fanga súmbolska týdningin, sum ikki kann lýsast við orðum eina. Í breiðari merking kann samleikin fevna um bygningar, arkitektur, innrætting, litaval, klædnaval, myndastíl o.a.
SAVNA hevur drúgvar royndir við menning og íverksetan av grafiskum samleikum hjá fyritøkum, felagsskapum o.ø., sum vit altíð gera í tøttum og gevandi samstarvi við kundan.
Tjóðpallur Føroya hevur fingið nýggjan samleika. Savna hevur seinastu 5 árini staðið fyri allari marknaðarføring hjá Tjóðpallinum og hevur í tí sambandi fingið meiri nútíðarhóskandi búmerki og litir.
Listaleypurin hevur fingið nýggjan, frískan og tíðarhóskandi búna, nú hann gjørdist 10 ár
Mentanargrunnur Landsins, ið hevur virkað síðani 1946, hevur fingið tíðarhóskandi búmerki og grafiskan samleika frá Savna, ið Fríðbjartur Miðberg hevur sniðgivið
‘Tjóðsavnið' er navnið á nýggja stovninum, sum savnar, granskar og miðlar vitan um føroyska náttúru, mentan og søgu. Í sambandi við at Søvn Landsins eru farin í søguna, er Tjóðsavnið vorðin sjálvstøðugur stovnur við egnum navni, samleika og endamáli.
Fimtandi Savnsfagnaðurin varð fagnaður við nýggjum og lívligum sniði og sjónligari marknaðarføring.
Nýggi grafiski samleikin hjá KT-fyritøkuni Klintra sprettur beinleiðis úr virðisgrundarlagnum og persónligheitini hjá fyritøkuni.
SAVNA hevur staðið fyri menning av nýggjum samleika til KT-felagið í sambandi við átakið "KT er basalt", ið skal marknaðarføra føroysku KT-vinnuna.