Mentanargrunnur Landsins nýggjan samleika

Mentanargrunnur Landsins, ið hevur virkað síðani 1946, vendi sær til Savna fyri at fáa eitt tíðarhóskandi búmerki og grafiskan samleika.

Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum, bæði hjá leikum og lærdum.
Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

Fríðbjartur Miðberg hevur sniðgivið búmerkið fyri Savna