SAVNA hevur staðið fyri eini røð av stórum og smáum lýsingaátøkum hjá fyritøkum, felagsskapum, stovnum og øðrum. Átøkini fevna øll um fleiri miðlapallar og format, alt frá prentlutum og skelting til lýsingafilmar, tíðindabrøv, online lýsingar og PR.
Grundarlagið undir einum væl eydnaðum átaki er (umframt eitt gott produkt ella tænasta) ein greiður og kreativur boðskapur, neyv planlegging og íverksetan og áhaldandi uppfylging og viðlíkahald.
Faroe Islands Maritime Services er heitið á einum felags søluátaki sum hevur til endamáls at marknaðarføra og promovera føroysku sjóvinnuna úti í heimi.
Tjóðpallur Føroya nærkaðist sínum 10 ára degi og stýri og stjóri vóru samd um, at tørvur var á at fara undir eina meira skipaða og professionella marknaðarføring
Ferð er nú av álvara sett á marknaðarføringina av Tòrshavn Marathon. Í tøttum samstarvi millum Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Bragdið verður nú farið eftir rennarum kring heimin.
SAVNA hevur staðið fyri menning av nýggjum samleika til KT-felagið í sambandi við átakið "KT er basalt", ið skal marknaðarføra føroysku KT-vinnuna.