SAVNA hevur drúgvar royndir við menning og íverksetan av grafiskum samleikum hjá fyritøkum, felagsskapum o.ø.

Grafiskur samleiki

Grafiski samleikin er sjónligi parturin av einum brandi - búmerki, litir, skriftir og skap - ið fanga súmbolska týdningin, sum ikki kann lýsast við orðum eina. Í breiðari merking kann samleikin fevna um bygningar, arkitektur, innrætting, litaval, klædnaval, myndastíl o.a.

SAVNA hevur drúgvar royndir við menning og íverksetan av grafiskum samleikum hjá fyritøkum, felagsskapum, stovnum, verkætlanum og øðrum, sum vit altíð gera í tøttum og gevandi samstarvi við kundan. Arbeiðið fevnir typiskt um alt frá ráðgeving, samskipan, sniðgeving og íverksetan av grafiska samleikanum. 

Niðanfyri eru nøkur dømi um grafiskar samleikar, sum Savna hevur gjørt í samstarvi við dugnaligar og royndar sniðgevar