Heimasíða til Listaleypin
Ein leypur fullur av list
Online katalog, bílegging av tilboðum og umsóknir til listafólk
Í sambandi við at Listaleypurin gjørdist 10 ár hevur hann fingið nýggja heimasíðu, sum á ein nýggjan hátt sýnir fram spennandi verkætlaninar og ger tað lætt hjá skúlum at bíleggja listavitjanir. Harumframt verða umsóknir hjá listafólkum avgreiddar umvegis nýggju heimasíðuna.