Talgildur pallur til Tjóðpallin
Talgildur pallur
Alt um leikir, leikarar, skrá, ummæli og keyp av atgongumerkjum
Tjóðpallurin hevur fingið endurnýggjaða heimasíðu, sum møtir krøvunum um marknaðarføring av fjølbroyttu skránni hjá Tjóðpallinum, har ofta fleiri tiltøk eru á skránni, sum skulu promoverast í senn.
Heimasíðan er knýtt saman við sosialum miðlum, Facebook og Instagram, umframt tíðindabrævinum hjá Tjóðpallinum. Sostatt hevur Tjóðpallurin fingið ein sterkan talgildan pall at gera vart við síni tiltøk og draga áskoðarar til sín.