KT-felagið
SAVNA hevur staðið fyri menning av nýggjum samleika til KT-felagið í sambandi við átakið "KT er basalt", ið skal marknaðarføra føroysku KT-vinnuna.
SAVNA hevur staðið fyri menning av nýggjum samleika til KT-felagið í sambandi við átakið "KT er basalt", ið skal marknaðarføra føroysku KT-vinnuna. Samleikin er litfagur og sera sjónligur og fevnir umframt um nýtt búmerki í ymsum útgávum millum annað um heimasíðu og snið á t-troyggjum við eini sermerktari uppseting av orðinum FØROYSKT og føroyskt KT.
Uppgávan varð loyst í tøttum samstarvi við sniðgevan Meinhard Mikladal
Faroe islands maritime services
Faroe Islands Maritime Services er heitið á einum felags søluátaki sum hevur til endamáls at marknaðarføra og promovera føroysku sjóvinnuna úti í heimi.
Felags marknaðarføring av føroysku maritimu vinnuni
Faroe Islands Maritime Services er heitið á einum átaki sum hevur til endamáls at marknaðarføra og promovera føroysku sjóvinnuna úti í heimi.
Upprunaliga stigið til átakið tók Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, ið sá tørvin á at gera Føroyar og føroysku sjóvinnuna meiri sjónliga úti í heimi. Saman við Oljuvinnufelagnum er átakið farið í gongd og hevur verið brúkt alment á Oljuvinnumessuni í Aberdeen og á Arctic Circle í Reykjavík, har løgmaður og Sjúrður Skaale hildu framløgu.
SAVNA hevur staðið fyri ráðgeving, sniðgeving og framleiðslu í sambandi við átakið, sum higartil fevnir um
- Grafiskur samleiki
- Felags heimasíða www.maritime-services.com
- Básur á Offshore Europe 2015 í Aberdeen
- Prentlutir við mappu og visittkortum
- Prezi framløga til Arctic Circle 2015 í Reykjavík.
Viðkomandi
Tjóðpallur Føroya
Tjóðpallur Føroya nærkaðist sínum 10 ára degi og stýri og stjóri vóru samd um, at tørvur var á at fara undir eina meira skipaða og professionella marknaðarføring
Tjóðpallur Føroya nærkaðist sínum 10 ára degi og stýri og stjóri vóru samd um, at tørvur var á at fara undir eina meira skipaða og professionella marknaðarføring. Marknaðarføringin skuldi gera vart við Tjóðpallin og tey fjølbroyttu og spennandi tilboð hann hevur umframt at varpa ljós á Tjóðpallin sum heild, sum mentanarstovn og listarligt umhvørvi.
Fyrst av øllum var ein samskiftisætlan gjørd, ið lýsti tørvin, endamálið og móttakaran fyri marknaðarføringini.
Tørvur var millum annað á eini nýggjari heimasíðu, sum skuldi vera pallurin undir einum meiri málrættaðum og innbjóðandi samskifti við føroyingar - bæði tann trúgva áskoðaran og tey sum ikki vanliga ganga til sjónleik.
Veitingar
- Samskiftisætlan
- Heimasíða
- Tíðindabræv
- Innihald til Facebook og Instagram
- Online atgongumerkjasøla
- Myndatøka
- Leikskráir, plakatir o.a.
Viðkomandi
Tórshavn Marathon
Ferð er nú av álvara sett á marknaðarføringina av Tòrshavn Marathon. Í tøttum samstarvi millum Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Bragdið verður nú farið eftir rennarum kring heimin.
Mynd: ©Rógvi Rasmussen
Ferð er nú av álvara sett á marknaðarføringina av Tòrshavn Marathon. Í tøttum samstarvi millum Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Bragdið verður nú farið eftir altjóða marknaðinum fyri at geva rennarum kring allan heimin møguleikan at uppliva eitt einastandandi og maraton.
SAVNA stendur fyri marknaðarføringini og hevur í tí sambandi gjørt nýggja heimasíðu, har kunning og tilmelding fer fram, umframt tveir filmar, ið vóru tiknir upp undir Tórshavn Marathon 2015 í allarfagrasta veðri.
Í sambandi við felags marknaðarføring av føroysku maritimu vinnuni, hevur SAVNA staðið fyri menning av nýggjum felags samleika.