Tjóðsavnið hevur fingið vegvísaraskelti til útisavnið í Kúrdali í Hoyvík, sum vísa teimum vitjandi veg til ymsu støðini og geva yvirlit yvir søguligu bygningarnar í umhvørvinum.
Tjóðpallur Føroya hevur fingið nýggjan samleika. Savna hevur seinastu 5 árini staðið fyri allari marknaðarføring hjá Tjóðpallinum og hevur í tí sambandi fingið meiri nútíðarhóskandi búmerki og litir.
Javnstøðunevndin hevur fingið nýggja heimasíðu til at kunna, vegleiða og samskifta um javnstøðu
Listaleypurin hevur fingið nýggjan, frískan og tíðarhóskandi búna, nú hann gjørdist 10 ár
Listaleypurin fekk nýggja heimasíðu í 10 ára føðingardagsgávu og er nú ílatin til nýggjar tíðir.
Mentanargrunnur Landsins, ið hevur virkað síðani 1946, hevur fingið tíðarhóskandi búmerki og grafiskan samleika frá Savna, ið Fríðbjartur Miðberg hevur sniðgivið
Tjóðpallurin hevur fingið ein sterkan talgildan pall at gera vart við síni tiltøk og draga áskoðarar til sín.
Nýggja heimasíðan hjá Tjóðsavninum er ein týðandi liður í málinum at gerast meiri sjónligt, fólksligt og at vísa á fjølbroytta virksemið hjá stovninum.
‘Tjóðsavnið' er navnið á nýggja stovninum, sum savnar, granskar og miðlar vitan um føroyska náttúru, mentan og søgu. Í sambandi við at Søvn Landsins eru farin í søguna, er Tjóðsavnið vorðin sjálvstøðugur stovnur við egnum navni, samleika og endamáli.
Snilda haldaraskipan hjá STROK og Píka7 heldur skil á øllum haldum og endurnýggjar tey sjálvvirkandi.
Væl umtókta tænastan við matpakkum til skúlabørn varð lýst við einum lekkrum filmi frá Savna.
Fimtandi Savnsfagnaðurin varð fagnaður við nýggjum og lívligum sniði og sjónligari marknaðarføring.
Bókaklubbin hevur fingið nýggjan nethandil frá Savna, har limir kunnu avgreiða øll síni limaviðruskifti, keypa bøkur og nýggir limir kunnu tekna seg.
STROK hevur fingið nýggja heimasíðu frá Savna, ið vendir sær til børn í aldrinum 4-7 flokk. Nýggja heimasíðan er litrík og full av feskum tíðindum, ummælum, ítrivi og íblástri til tey stóru børnini.
Píkasjey.fo er ein nýggj heimasíða har børn kunnu uppliva og læra um føroysk dýr beint á skíggjanum. Eisini er upplagt hjá skúlum og barnagørðum at brúka síðuna, tá ið arbeitt verður við evnum úr náttúruni.
Savna hevur framleitt film fyri MICE.FO, sum er fyriskipari av ráðstevnum, fundum og starvsfólkaupplivingum í Føroyum. Filmurin byggir á upptøkur frá ráðstevnuni FOCAL EPILEPSY
CONFERENCE 2017, har granskarar úr øllum heiminum luttóku og hildu fyrilestrar.
Savna hevur framleitt eina røð av filmum fyri Hoyrnina við Eivør, ið fortelur um hennara egnu persónligu royndir við niðursettari hoyrn, og hvussu hoyritól hava givið henni ein betri gerandisdag - persónliga og professionelt.
Filmsupptøkur: Friisframe v/ Rúna Fris Kjær
Foto: Tróndur Dalsgarð
Savna hjálpti Norðurlandahúsinum við marknaðarføringini av stóra norðurlendska festivalinum Land í eygjsón.
Savna hevur framleitt tríggjar filmar fyri Klintra, ið er ein ambitøs og vitanartung føroysk KT-fyritøka.
Nýggja heimasíðan hjá FarLit inniheldur m.a. yvirlit yvir føroyskar høvundar og útgávur umframt stuðulsmøguleikar hjá útlendskum forleggjarum til týðing og útgávu av føroyskum bókmentum.
Heimasíðan meiraavtigoda.fo savnar saman kunning og tilboð frá matarstøðum og hotellum. Har ber til at bíleggja borð ella gisting, keypa meira av tí góða kortið og at melda til tíðindabrævið.
Nýggi grafiski samleikin hjá KT-fyritøkuni Klintra sprettur beinleiðis úr virðisgrundarlagnum og persónligheitini hjá fyritøkuni.
Filmur sum lýsir eitt hendingaríkt romatiskt vikuskifti við Meira av tí góða. Filmaður í 1:1 formati fyri at endurskapa 'Instagram-kensluna'.
Nýggja heimasíðan hjá Menta vísir kundunum á tað týdningarmesta: fjølbroyttu tænasturnar og tey dugnaligu starvsfólkini.
SAVNA hevur staðið fyri menning av nýggjum samleika til KT-felagið í sambandi við átakið "KT er basalt", ið skal marknaðarføra føroysku KT-vinnuna.
Grafiski samleikin hjá SAVNA er litfagur og stílreinur og avspeglar okkara fjølbroyttu bakgrund, royndir og vitan.
Heimasíðan hjá KT-felagnum savnar og lýsir allar limir í felagnum og ber tíðindi frá felagnum og einstøku limunum.