
Heimasíður
Heimasíðan er ofta fremsta amboðið í tíni marknaðarføring. Tískil skal hon vera eitt savningarstað fyri allari kunning, sølutilfari og lýsingaátøkum.
Heimasíður sum SAVNA
Heimasíðan er ofta fremsta amboðið í tíni marknaðarføring. Tískil skal hon vera eitt savningarstað fyri allari kunning, sølutilfari og lýsingaátøkum. Lat heimasíðuna gera sítt arbeiði, meðan tú gert títt.
Ein heimasíða snýr seg fyrst og fremst um innihald og samskifti. Tí byggja vit heimasíðuna upp kring títt innihald so hon fortelur og selur tína søgu til tínar kundar.
Javnstøðunevndin hevur fingið nýggja heimasíðu til at kunna, vegleiða og samskifta um javnstøðu
Listaleypurin fekk nýggja heimasíðu í 10 ára føðingardagsgávu og er nú ílatin til nýggjar tíðir.
Tjóðpallurin hevur fingið ein sterkan talgildan pall at gera vart við síni tiltøk og draga áskoðarar til sín.
Nýggja heimasíðan hjá Tjóðsavninum er ein týðandi liður í málinum at gerast meiri sjónligt, fólksligt og at vísa á fjølbroytta virksemið hjá stovninum.
Snilda haldaraskipan hjá STROK og Píka7 heldur skil á øllum haldum og endurnýggjar tey sjálvvirkandi.
Bókaklubbin hevur fingið nýggjan nethandil frá Savna, har limir kunnu avgreiða øll síni limaviðruskifti, keypa bøkur og nýggir limir kunnu tekna seg.
STROK hevur fingið nýggja heimasíðu frá Savna, ið vendir sær til børn í aldrinum 4-7 flokk. Nýggja heimasíðan er litrík og full av feskum tíðindum, ummælum, ítrivi og íblástri til tey stóru børnini.
Píkasjey.fo er ein nýggj heimasíða har børn kunnu uppliva og læra um føroysk dýr beint á skíggjanum. Eisini er upplagt hjá skúlum og barnagørðum at brúka síðuna, tá ið arbeitt verður við evnum úr náttúruni.
Nýggja heimasíðan hjá FarLit inniheldur m.a. yvirlit yvir føroyskar høvundar og útgávur umframt stuðulsmøguleikar hjá útlendskum forleggjarum til týðing og útgávu av føroyskum bókmentum.
Heimasíðan meiraavtigoda.fo savnar saman kunning og tilboð frá matarstøðum og hotellum. Har ber til at bíleggja borð ella gisting, keypa meira av tí góða kortið og at melda til tíðindabrævið.
Grafiskur samleiki
SAVNA hevur drúgvar royndir við menning og íverksetan av grafiskum samleikum hjá fyritøkum, felagsskapum o.ø.
Grafiski samleikin er sjónligi parturin av einum brandi eitt nú búmerki, litir, skriftir og skap, ið fanga súmbolska týdningin, sum ikki kann lýsast við orðum eina. Í breiðari merking kann samleikin fevna um bygningar, arkitektur, innrætting, litaval, klædnaval, myndastíl o.a.
SAVNA hevur drúgvar royndir við menning og íverksetan av grafiskum samleikum hjá fyritøkum, felagsskapum o.ø., sum vit altíð gera í tøttum og gevandi samstarvi við kundan.
Tjóðpallur Føroya hevur fingið nýggjan samleika. Savna hevur seinastu 5 árini staðið fyri allari marknaðarføring hjá Tjóðpallinum og hevur í tí sambandi fingið meiri nútíðarhóskandi búmerki og litir.
Listaleypurin hevur fingið nýggjan, frískan og tíðarhóskandi búna, nú hann gjørdist 10 ár
Mentanargrunnur Landsins, ið hevur virkað síðani 1946, hevur fingið tíðarhóskandi búmerki og grafiskan samleika frá Savna, ið Fríðbjartur Miðberg hevur sniðgivið
‘Tjóðsavnið' er navnið á nýggja stovninum, sum savnar, granskar og miðlar vitan um føroyska náttúru, mentan og søgu. Í sambandi við at Søvn Landsins eru farin í søguna, er Tjóðsavnið vorðin sjálvstøðugur stovnur við egnum navni, samleika og endamáli.
Fimtandi Savnsfagnaðurin varð fagnaður við nýggjum og lívligum sniði og sjónligari marknaðarføring.
Nýggi grafiski samleikin hjá KT-fyritøkuni Klintra sprettur beinleiðis úr virðisgrundarlagnum og persónligheitini hjá fyritøkuni.
Lýsingaátøk
Grundarlagið undir einum og hvørjum átaki er (umframt eitt gott produkt ella tænasta) ein greiður og kreativur boðskapur, neyv planlegging og professionell íverksetan og uppfylging.
SAVNA hevur staðið fyri eini røð av stórum og smáum lýsingaátøkum hjá fyritøkum, felagsskapum, stovnum og øðrum. Átøkini fevna øll um fleiri miðlapallar og format, alt frá prentlutum og skelting til lýsingafilmar, tíðindabrøv, online lýsingar og PR.
Grundarlagið undir einum væl eydnaðum átaki er (umframt eitt gott produkt ella tænasta) ein greiður og kreativur boðskapur, neyv planlegging og íverksetan og áhaldandi uppfylging og viðlíkahald.
SAVNA hevur staðið fyri menning av nýggjum samleika til KT-felagið í sambandi við átakið "KT er basalt", ið skal marknaðarføra føroysku KT-vinnuna.
Tjóðpallur Føroya nærkaðist sínum 10 ára degi og stýri og stjóri vóru samd um, at tørvur var á at fara undir eina meira skipaða og professionella marknaðarføring
Ferð er nú av álvara sett á marknaðarføringina av Tòrshavn Marathon. Í tøttum samstarvi millum Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Bragdið verður nú farið eftir rennarum kring heimin.
Filmslýsingar
SAVNA hevur í samstarvi við dugnalig filmsfólk staðið fyri framleiðslu av fleiri lýsingafilmum.
SAVNA hevur í samstarvi við dugnalig føroysk filmsfólk staðið fyri framleiðslu av fleiri filmslýsingum. Vit leggja dent á tað góða hugskotið og í tøttum samstarvi við kundan og framleiðaran at skapa nærverandi og sterkar søgur og upplivingar.
Filmar
Væl umtókta tænastan við matpakkum til skúlabørn varð lýst við einum lekkrum filmi frá Savna.
Savna hevur framleitt film fyri MICE.FO, sum er fyriskipari av ráðstevnum, fundum og starvsfólkaupplivingum í Føroyum. Filmurin byggir á upptøkur frá ráðstevnuni FOCAL EPILEPSY
CONFERENCE 2017, har granskarar úr øllum heiminum luttóku og hildu fyrilestrar.
Savna hevur framleitt eina røð av filmum fyri Hoyrnina við Eivør, ið fortelur um hennara egnu persónligu royndir við niðursettari hoyrn, og hvussu hoyritól hava givið henni ein betri gerandisdag - persónliga og professionelt.
Filmsupptøkur: Friisframe v/ Rúna Fris Kjær
Foto: Tróndur Dalsgarð
Savna hjálpti Norðurlandahúsinum við marknaðarføringini av stóra norðurlendska festivalinum Land í eygjsón.
Savna hevur framleitt tríggjar filmar fyri Klintra, ið er ein ambitøs og vitanartung føroysk KT-fyritøka.
Filmur sum lýsir eitt hendingaríkt romatiskt vikuskifti við Meira av tí góða. Filmaður í 1:1 formati fyri at endurskapa 'Instagram-kensluna'.
Framløgur
SAVNA hevur ein serligan tokka til ta góðu framløguna, har innihald og formur ganga upp í eina hægri eind. Tá framløgan ikki bert er ein endaleys røð av slides, men er ein livandi forteljing, sum fangar og savnar áhoyrararnar

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, heldur framløgu á Arctic Circle í Reykjavík
Framløgur sum savna
SAVNA hevur ein serligan tokka til ta góðu framløguna, har innihald og formur ganga upp í eina hægri eind. Tá framløgan ikki bert er ein endaleys røð av slides, men er ein livandi forteljing, sum fangar og savnar áhoyrararnar.
Prezi-telling
Vit kunnu gera framløgur í Power Point ella Keynote, meðan okkara yndisamboð er Prezi, ið er sera væl egnað til at gera livandi og fangandi framløgur, sum skilja seg burturúr mongdini.
Vinnuháskulín hevur í døgunum 5. og 6. november tikið lut á maritimari ráðstevnu í Porto í Portugál. Ráðstevnan var hildin í sambandi við FING Offshore, ið er samstarv millum maritimar lærustovnar í Føroyum, Íslandi, Noregi og Grønlandi. Ráðstevnan varð hildin á Faculty of Engineering of the University of Porto.
Spyr.fo
Spyr.fo er ein nýskapandi háttur at gera skjótar og bíligar spurnarkanningar, at brúka í marknaðarføring, produktmenning, kundatænastu o.s.fr.
Spyr Føroyar - fá svar eftir einum tíma
Spyr.fo er ein nýggj spurnartænasta, sum leingi hevur verið saknað á føroyska marknaðinum. Tørvur hevur verið á einum skjótum og bíligum hátti at gera yvirskipaðar spurnarkanningar, at brúka í marknaðarføring, produktmenning, kundatænastu o.s.fr.
Tískil tók Allan Dalsgarð stig til hesa tænastu. Áhugin er støðugt vaksandi og fyritøkur, fjømiðlar, kommunur og onnur síggja virði í at fáa skjóta vitan til vega um teirra marknað og brúkarar.
Viðkomandi
Heimasíðan hjá Spyr.fo við tilmelding til svarpanel og kunning um tænastur, prísir o.a. hjá Spyr.fo
SAVNA hevur staðið fyri menning av nýggjum samleika til KT-felagið í sambandi við átakið "KT er basalt", ið skal marknaðarføra føroysku KT-vinnuna.